Vænta semju í morgin

Russiska manningin umborð á útlendska trolaranum í Fuglafirði, er farin í verkfall.

 

Hósdagin kom eitt útlendskt skip á Fuglafjørð og synd er at siga, at gott skil var umborð. Longu áðrenn skipið kom at landi bórust tíðindi um, at bardagi hevði verið umborð, og at stórir partar av manningini vildu sleppa av skipinum.

 

In.fo tosaði hósdagin við Jan Højgaard, formann í Føroya Fiskimannafelag, sum greiddi frá, at manningin ongar pengar hevði fingið og arbeiddu sum trælir umborð á skipinum, og at menninir kendu seg hóttar eftir lívinum av yvirmonnunum.

 

Í dag sigur Jan Højgaard við in.fo, at manningin er farin í verkfall, meðan samráðst verður um lønarviðurskiftini.

 

Talan er um eitt skip, sum er skrásett á St. Kitts í karibiska havinum, men hevur russiska manning. Tað hevur fiskað í grønlendskum sjógvi fyri eitt grønlendskt felag, men av tí, at skipið ikki hevur loyvi at lossa í Íslandi, endaði tað í Føroyum hesaferð.

 

Thor er umboðsfelag hjá grønlendska felagnum í Føroyum og hevur samband við skipið og manningina umborð.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri á Thor, sigur, at manningin og reiðaríið eru í ferð við at finna eina loysn og hann væntar, at málið er loyst í dag ella í morgin.