Vænta nógvar skaðar

Bæði tryggingarfeløgini hava brynjað seg út til at taka ímóti nógvum skaðum

Ódnirnar, sum hava herjað um vikuskiftið, fara at merkjast aftur í kassanum hjá teimum báðum tryggingarfeløgunum.

 

Bæði Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd lótu upp klokkan níggju í morgun og síðani hevur ein stríður streymur av skaðafráboðanum komin.

 

Bæði feløgini mæla fólki til at boða frá skaða á heimasíðunum hjá feløgunum har tað letur seg gera, tí tað lættir munandi um trýstið og kann stytta um bíðitíðina.

 

Hvørki av tryggingarfeløgunum hava nakað boð upp á, hvussu nógvir  skaðar eru hendir.

 

Løgreglan hevur fingið fráboðanir um 326 skaðar, men tað er bara ein partur.

 

Nógvir skaðar verða ikki fráboðaðir løgregluni og ivaleyst fara fólk eisini at varnast fleiri skaðar. Nú at er vorðið ljóst aftur.

 

Stjórin á Tryggingarfelagnum Føroyum væntar kortini, at hetta verður ein av teimum stóru skaðadøgunum, í hvussu so er, hvat talið á skaðum viðvíkur.

 

Hann sigur, at í ódnini í 2011 vóru yvir 3.000 skaðar fráboðaðir og um tað verður líka nógv hesuferð, er ikki til at siga.

 

Bæði Tryggingarfeløgini hava sett eyka starvsfólk at taka ímóti fráboðanum og Trygd hevur so opið til klokkan 21 í kvøld.