Fimm línuskip eru undir Íslandi, harav nøkur teirra hava landað í Íslandi.
- Tí er ivasamt, nær skipini, sum fiska har yviri, koma aftur til Føroya at landa.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya.
- Tvey línuskip eru undir Føroyum og fiska mest tosk og hýsu. Møguliga landar annað skipið mánadagin og hitt seinni í vikuni.
Lagt verður aftrat, at trý línuskip eru farin at fiska brosmu og longu og landa neyvan í vikuni sum kemur.
- Haraftrat er eitt línuskip, sum fiskar svartkalva og kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni.
Útlitini til útróður í næstu viku eru góð.
- Streymurin er góður, og veðrið verður eisini gott. So, vit vænta nógvan útróður. Tað er mest toskur og so nakað av hýsu, sum bátarnir fáa, sigur Fiskamarknaður Føroya.