Vænta nógvan útróður í næstu viku

- Veðrið verður gott í næstu viku, og vit rokna við nógvum útróðri. 

Eitt av tveimum ísfiskalínuskipum er til fiskiskap í løtuni. Teir eru nýliga byrjaði túr, og í fyrsta lagi kemur skipið inn at landa síðst í næstu viku.

 

Fleiri frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni.

 

Fýra fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru í Eysturgrønlandi, og fýra er undir Førpyum. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Væntandi kemur okkurt fystilínuskip inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at streymurin verður góður, men harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Teir, sum fiska við línu, fáa mest av toski og hýsu, og snellubátarnir fáa mest av toski og eitt sindur av upsa.