Vænta nakrar línulandingar í næstu viku

Streymurin er góður, men hann harðnar út á vikuna, sum stundar til.

 

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip undir Føroyum, og harumframt eru eisini trý smærri fiskifør undir Føroyum við línu.

 

- Skipini fáa mest av toski og hýsu, og tey fáa eisini nakað av brosmu og longu. Vit rokna við, at øll skipini, sum eru á ísfiski, koma inn at landa í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at flestu frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni.

 

Streymurin er góður, men hann harðnar út á vikuna, sum stundar til. Tað verður nógv høgætt í næstu viku, og tí verður neyvan nógvur útróður norðanfyri.

 

- Helst verður nakað eystan fyri, og útróðrarbátarnir fáa mest a hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.