Vænta nakað av trolfiski í vikuni

Sambært Fiskamarknaði Føroya kemur helst nakað av trolfiski upp á land mánadagin.

- Flestu partrolarar fiska upsa og koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er smáligur. Skipini fáa nakað av longu og toski sum hjáveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru til fiskiskap, og allir fiska upsa.

 

- Ein kemur inn at landa mánadagin, og hinir báðir landa síðst í vikuni sum kemur. 

 

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð.

 

Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar um vikuna, sum kemur, vóru bara tveir trolbátar til fiskiskap, og teir koma inn at landa mánadagin.