- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap, men nøkur pør hava hampiliga góða veiði.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Sagt verður, at partrolararnir eisini fáa nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski. Partolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú fer gulllaksavertíðin at styttast.
- Fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Skipini fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa. Hin eini djúpvatnstrolarin fiskar tó mest av upsa - og so nakað av toski og hýsu.
Lagt verður aftrat, at tveir djúpvatnstrolarar landa fyrst í hesi vikuni, og hinir koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara ein trolbátur til fiskiskap. Hesin var á Íslandsrygginum og kemur væntandi inn at landa í dag.