- Partrolarnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Partrolararnir fáa lítið av hvítum fiski í løtuni.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar eru á svartkalvaveiði, men bara ein kemur inn at landa í vikuni sum kemur.
Aðrir djúpvatnstrolarar fiska upsa og kongafisk.
Fiskamarknaður Føroya veit eisini at siga, at tríggir trolbátar eru til fiskiskap.
- Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og landar mánadagin, ein er á Skeivabanka og landar mánadagin, og ein roynir eftir havtasku eystanfyri, sigur marknaðurin.