Vænta nakað av húkafiski

Streymurin verður hampiligur, og sambært forsagnum verður veðrið fyri tað mest gott.

- Trý línuskip eru undir Íslandi, men bara eitt kemur heim at landa í vikuni sum kemur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at sjey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum.

 

Eitt fiskar svartkalva og landar síðst í vikuni. Nøkur línuskip hava lagt seg eftir at fiska tosk og longu, og onnur fáa mest av toski og hýsu.

 

- Vit vænta eitt línuskip mánadagin og nøkur seinni í vikuni. Onnur línuskip, sum ikki eru til fiskiskap, fara væntandi út aftur um vikuskiftið.

 

Streymurin verður hampiligur, og sambært forsagnum verður veðrið fyri tað mest gott.

 

- Tí vænta vit nakað av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu og eitt sløð av hvítingi. Nakrir fiska kalva, men kalvafiskiskapurin er vánaligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.