Fótbóltspanelið á Rás2: Ólavur Larsen, André Olsen og Tróndur Arge umrøddi eisini tær átta áttandapartsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið, sum verða á skránni í morgin.
Fótbóltspanelið er ikki í iva um, at tær fýra fjórðingsfinalurnar, sum skulu avgreiðast leygardagin 27. apríl bara verða mannaðar við liðum úr effo-deildini. Einasti liðið úr einari lægri deild, sum møguliga kann arga er TB, sum møtir AB úti á Argjum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge søgdu um áttandapartsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.