Hesa seinastu tíðina eru prísirnir nógv hækkaðir, mestsum á øllum økjum. Støðan er ikki heilt so ring í Føroyum, sum hon er aðrastaðni í Evropa, tí har er tað serliga prísurin á gassi og streymi, sum er hækkaður. Vit brúka ikki gass og prísurin á streymi stendur í stað, og tað bøtir um støðuna. Men her er prísurin á bensini og olju farin til himmals, men eisini matur, klæðir, og annað er væl dýrari.
Vinnuhúsið sigur, at stríðið hjá miðbankunum at fáa tamarhald á inflasjónini er helst størsta avbjóðingin í heimsbúskapinum í løtuni. Men óvissan um avleiðingarnar av krígnum í Ukraina umframt áhaldandi koronaavmarkingar í Kina, skapa eisini stóra óvissu um búskaparligu útlitini - og óvissan um búskaparligu útlitini eru størri nú enn nakrantíð.
– Kríggið í Ukraina kann hava við sær, at innflutningurin av russiskum gassi til Evropa brádliga steðgar. Strangari krøv á altjóða fíggjarmarknaðunum kunnu geva mest skuldarbundnu londunum trupulleikar við skuldini. Nýggjar smittubylgjur við strongum og umfatandi koronatiltøkum hótta framvegis Kina, men henda hóttanin er eisini viðkomandi fyri restina av heimsbúskapinum.
– Beint nú er prísvøkstur størsta hóttanin ímóti livistøðinum kring allan heimin, og tí hevur stríðið hjá myndugleikum og politikarum ímóti inflasjónsvøkstrinum fremstu raðfesting í løtuni, sigur Vinnuhúsið.
Men tey vísa eisini á, at miðbankarnir í USA, ES og øðrum londum, hava longu, í fleiri umførum, hækkað renturnar - og fleiri rentuhækkingar eru væntandi fyri at fáa tamarhald á skjótt vaksandi inflasjónini. Endamálið við rentuhækkingunum er at minka eftirspurningin, soleiðis at trýstið á prísirnar verður minni, og inflasjónin lækkar.
Men kortini metir IMF, at tað verður ikki fyrr enn næsta ár, at tann strangi pengapolitikkurin hjá miðbankunum av álvara fer at sláa ígjøgnum við lægri eftirspurningi og lægri prísvøkstri.











