Vænta fleiri landingar í vikuni

Í vikuni, sum kemur, koma væntandi fleiri partrolarar, djúpvatnstrolarar og trolbátar inn at landa.

- Partrolararnir koma inn at landa sum næsta vika gongur. Upsafiskiskapurin er vánaligur, og lítið fæst av hvítum fiski.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. In.fo kann leggja aftrat, at gongdin er hin sama, sum hon hevur verið seinastu tíðina við vánaligari upsaveiði. 

 

- Eitt partrolarapar fiskar svartkalva og kemur inn at landa mánadagin - og trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, sum vanligt er hesa ársins tíð.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at fimm djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap.

 

- Ein kemur inn at landa mánadagin. Meginparturin av veiðini er upsi. Hinir fýra koma allir inn at landa seinni í vikuni sum kemur. Teir hava mest av svartkalva og kongafiski, og ein hevur nakað av hvítum fiski.

 

Lagt verður aftrat, at seks trolbátar eru til fiskiskap, og allir eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av reyðsprøku og tungu.

 

- Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa seint í vikuni sum kemur.