Vænta fleiri ferðafólk til Skúvoyar

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, væntar fleiri ferðafólk til Skúvoyar næsta summar.

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at væl at fólki hevur vitjað í Skúvoy í summar, nú veðrið var so avbera gott.

 

Flestu, sum leita sær í oynna, eru føroyingar. Summi koma dagtúrar, og onkur - kanska serliga bólkar og skúlaflokkar - steðga í eina ella tvær nætur.

 

- Vit hava skúlan, sum vit plaga at leiga út, tá talan er um bólkar og skúlaflokkar. Í skúlanum eru ongar sengur, men her eru madrassur.

 

Harry Jensen heldur, at í løtuni vera bert eini hús í Skúvoy leigaði út um Sandoyar Kunningarstovu, og hann heldur, at hesi húsini hava havt fólk tað mesta av summarinum.

 

- Tað eru nógv flest føroyingar, sum vitja í Skúvoy, men onkur útlendingur sløðist ímillum. Men, tað stóra talið er føroyingar, sum vilja uppliva bygdina og óspiltu náttúruna.

 

Borgarstjórin væntar, at nú nýggi Sildberin er komin, og hann roynist væl á farleiðini, fara nógv fleiri at leita sær út í oynna, tá summarið aftur fer at nærkast.

 

Hann vísir á, at nú kom nýggi Sildberin so seint í heyst, men hóast tað, merktu tey, at áhugin fyri at vitja í oynni gjørdist størri, enn hann hevði verið.

 

- Nú er nógv høgligari at ferðast millum Sand og Skúvoy. Skipið liggur sera væl í sjónum og ger túrin nógv skjótari enn gamli Sildberin gjørdi, sigur Harry Jensen, borgarstjóri.