– Tað tykist, sum at føroysk ferðavinna hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í 2017.
Tað skrivar Jákup Egholm Hansen, stjóri í Vága Floghavn.
Hann sigur, at størsta broytingin innan flogferðsluna í 2017 hevur verið, at fleiri flogfør eru farin røkja regluliga rutuflúgving til og úr Føroyum, samstundis sum talið av leiguferðum er økt. Hetta hevur eisini viðført, at talið av »nýggjum« ferðandi er økt munandi.
– Men eisini nógv onnur viðurskifti hava verið við til at skapa hesa menningina. Føroyskar matstovur hava gjørt vart við seg í altjóða høpi, og fleiri góðar matstovur og onnur tilboð til ferðandi eru viðvirkandi til, at møguleikarnir eru blivnir munandi fleiri hjá teimum ferðandi. Eisini eru ábendingar um, at tað verður arbeitt við at bøta um gistingarmøguleikarnar á hotellum í landinum, sigur hann.
Aðalorðaskifti um ferðavinnuna var í løgtinginum í november, og Vága Floghavn fegnast um, at politiski myndugleikin hevur sett skjøtul á arbeiði at skipa ferðavinnuna soleiðis, at hon kann gerast ein enn størri og búskaparliga týðandi vinna fyri landið í framtíðini.
– Um tað ikki henda ógvusliga búskaparligar ella aðrar broytingar, so er orsøk til at vænta, at tað eisini verður vøkstur í ferðafólkatalinum í 2018, sigur Jákup Egholm Hansen.