Vænta at fáa 21,5 mió kr frá ferðafólki

Mett verður, at 140.000 til 145.000 ferðafólk koma til Føroyar í 2026

Eisini tey, sum ferðast við cruiceskipum til Føroya skulu rinda ferðavinnugjaldið upp á 150 krónur

Tað sæst í viðmerkingum til uppskotið hjá Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu, sum vit hava umrøtt er á síðuni fyrr í dag.

Í viðmerkingunum sæst, at landsstýri ikki metir, at lógaruppskotið um hevur í sjálvum sær fíggjarligar avleiðingar fyri landið. 

– Í lógaruppskotinum er kortini ásett, at landið kann yvirtaka lendið, sum vegna ferðavinnu ikki longur kann brúkast til upprunaliga endamálið. Í slíkum førum verður landið at gjalda eigara fult gjald fyri lendið. Er talan um almenna jørð, t.e. festijørð, er talan um gjald fyri mista rakstrarinntøku og ikki um gjald fyri lendið sjálvt, stendur í viðmerkingunum til uppskotið

Lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, sum skulu gera og seta í verk eina ferðavinnuætlan, eins og kommunurnar kunnu fara at fáa útreiðslur til tess at røkka málunum í ferðavinnuætlanini.

– Málið er at fíggja sum mest av hesum útreiðslum av náttúrugjaldinum, men í tann mun, hetta ikki røkkur, kann gerast neyðugt hjá kommununum at fíggja restina. Ilt er kortini at meta um, hvussu stórar hesar útreiðslur verða, stendur í uppskotinum.

Í 2022 vitjaðu umleið 110.000 ferðafólk. Ein varlig meting er, at ferðafólkatalið í 2026 veksur upp í 140.000 – 145.000 ferðafólk, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið í viðmerkingunum. Og so hava tey eisini roknað seg fram til inntøkur:

– Kostar náttúrukortið 150 krónur, verður samlaða inntøkan umleið 21,5 mió. Av hesum kann væntast, at útreiðslurnar til at gera støðumetingar og at býta peningin verða umleið 1,5 milliónir krónur.

– Inntøkan, ið er eftir at býta, verður tá umleið 20 milliónir krónur.

Skotið verður upp, at 50% verður býtt til kommunurnar, 25% til bygdirnar og 25% til eigarar og brúkarar av høgunum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Eisini tey, sum ferðast við cruiceskipum til Føroya skulu rinda ferðavinnugjaldið upp á 150 krónur