Stóri flóttafólkastreymurin, ið hevur skolað yvir Evropa síðstu mánaðirnar, kann gerast uppaftur størri næsta ár. Tað metir ES, sambært tíðindastovuni AP.
Mett verður, at umleið 700.000 flóttafólk komu til Evropa í 2015, fyri at søkja friðskjól ella arbeiði, men næsta ár, metir ES, at heili 3 milliónir flóttafólk taka leiðina til Evropa.
Vanligasta farleiðin hjá teimum flóttafólkum, ið koma til Evropa, er gjøgnum Balkan og Miðjarðarhavið.
Sambært ST-stovninum UNICEF, so eru 190.000 børn millum tey flóttafólkini, ið eru komin til Evropa í ár.










