Vænta 200 norðurírar á Tórsvølli

Trygdin er í hásæti. Innsatsleiðarin sigur, at fyrireikingar byrja mánaðir frammanundan.

Trygdin er í hásæti, tá ið landsdystir eru á Tórsvølli. Einki undantak er í kvøld, nú Norðurírland er á vitjan. Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar eru til staðar, men ábyrgdini av trygdini á sjálva leikvøllinum stendur vaktarhaldið hjá Tórsvølli fyri.


Martin Berg er innsatsleiðari til dystin í kvøld, og hann hevur vegna løgregluna samskipandi myndugleikan. Hann sigur, at fyrireikingararbeiðið byrjar fleiri mánaðir undan dystinum, og at teir hava lagt eina ætlan og annars hava fyrireikað seg væl.


- Vit vænta, at tað vera einir 150-200 norðurírskir áskoðarar á Tórsvølli í kvøld. Tað er eitt friðarligt fólk, men teir halda nógvan gang og fáa helst eisini okkurt drekkandi niðurum, sigur innsatsleiðarin og vísir á, at útiáskoðararnir sita atskildir frá teimum føroysku fyri at fyribyrgja ósemjum.


Nú góðan hálvan tíma undan dystinum, hava eingir trupulleikar verið. Martin Berg sigur, at tað vanliga plagar at ganga friðarliga fyri seg, og, sum hann sjálvur tekur til, eru tað einans smáting at taka sær av.


- Um tað er onkur støða, har vaktarhaldið ikki sjálvt klárar at loysa trupulleikarnar, so traðka vit til. Vit skulu syrgja fyri, at tað er skil á runt um økið, greiðir hann frá úr sokallaða KST-kommandorúminum ovast í FSF-húsinum við yvirliti yvir allan Tórsvøll.