– Vit hava fingið eitt stásiligt hús fyri bíligan penga, sigur formaðurin í bygginevndini fyri Blákrossheimið.
Petur Jacob Petersen, eisini nevndu Dakko, var bæði glaður og rørdur, tá hann undir vígslu og hátíðarhaldi setti síðsta punktum fyri stóru byggingini hjá Bláa Krossi á Nesi.
Formaðurin í bygginevndini er sera væl nøgdur við úrslitið, samstundis sum hann kann staðfesta, at kostnaðurin ikki fór upp um tær avtalaðu 13 milliónir krónurnar.
– Tað strævnasta var tó at bíða. Men neyðugt var við tolni, tí arbeiðið hevur allan vegin ígjøgnum bygt á vælvild frá virkjum og fólki, sigur Petur Jacob Petersen og staðfestir í sama viðfangi, at hetta arbeiðið hevur ikki givið nógv á botnlinjuni hjá fyritøkunum, sum hava verið við.
– Vit eru møtt av vælvild allan vegin ígjøgnum, sigur Petur Jacob Petersen, sum hevur verið formaður í bygginevndini fyri Blákrossheimið síðani 2007.
Les eisini: Fult hús á Blákross
Fíggjarkreppa og annað gjørdi tó, at ferð ikki kom á arbeiðið fyrr enn í 2012. Hóast neyðugt hevur verið við tolni viðhvørt, so skuldi ganga skjótt fyri seg nú í endaspurtinum.
– Ja, seinasta asfaltið kom á túnið klokkan 10 fyrrapartin, sigur Dakko smílandi og heldur fram:
– Tann kenslan var sum at síggja land eftir at hava verið til skips í tríggjar mánaðir.
Sí myndir frá vígsluni av Blákrossheiminum við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Petur Jacob Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.