Vælvera næstu dagarnar

Komandi tríggjar dagarnar verður SMS karmur um móta og vælveru við nógvum ymsum tiltøkum og tilboðum frá mótasýning til ráðgeving um bróstkrabba

Komandi tríggjar dagarnar verður SMS karmur um móta og vælveru við nógvum ymsum tiltøkum og tilboðum.

 

Eitt nú fer myndamaðurin Høgni Heinesen, sum til dømis hevur tikið nógvar myndir fyri Sosialin og SMS blaðið, at taka ókeypis myndir av øllum teimum, sum tekna seg til fotografering.

 

Handlarnir fara at skipa fyri ymiskum, til dømis smakkiroyndum, hugnakvøldum, vitjan av serfrøðingum og mangt annað.

 

Eisini fer Bót til bata at hava tiltak. Ætlanin við tiltakinum er eisini, at møguleiki er hjá kvinnum at fáa eitt prát við kvinnur frá Bót til Bata, sum er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, ið eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

 

Hesar kvinnur hava fingið upplæring at veita stuðul, ráð og vegleiðing til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

 

Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi løgtingskvinna, fer at greiða frá síni søgu, eftir at hon fekk staðfest krabbamein.

 

Mikukvøldið verður eisini stórt mótashow, tá allir mótahandlarnir í SMS fara at vísa heystmótan. Harumframt fer Flamma at spæla, og Eydna Skaale fer at hugleiða um móta.