Vælumtókta fótbóltspanelið fær debut á in.fo

Vælumtókta fótbóltspanelið, sum er at hoyra fríggjadag seinnapartar verður nú eisini at hoyra á in.fo.

Í dag umrøddi fótbóltspanelið hjá Rás2, sum varð mannað av Helga L. Petersen, Símuni Samuelsen og Tróndi Arge Premier League, Ensku Liga Cup steypakappingina, umframt heimligu effodeildina.

 

Lurtararnir hjá Rás2 nýttu eisini í dag høvið at smsa spurningar inn til fótbóltspanelið, sum eisini hevur verið mannað av Atla Gregersen, Símuni Joensen og Teiti Joensen.

 

Greinin her er so debutin hjá fótbóltspanelinum á in.fo. Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Símun Samuelsen, Helgi L. Petersen og Tróndur Arge umrøddu í dagsins fótbóltspaneli.