Soleiðis sigur løgreglan um hendingina í gjárkvøldið:
»Føroya Politi fær nógvar spurningar frá fjølmiðlunum um, hví so nógvir politistar vóru til staðar í Leirvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað einasta, politiið kann upplýsa í hesum málinum, er, at hetta var í sambandi við eina fráboðan, sum politiið fekk í gjárkvøldið klokkan 20:38.
Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun.
Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum til málið.«