Vælgerandi fótbóltur

Fótbóltskappingarárið 2015 verður skotið ígongd, tá B36 og Víkingur spæla stórsteypadyst sunnudagin

 

Hetta er níggjunda árið á rað, at Lions Club í Føroyum saman við Fótbóltssambandi Føroya skipar fyri stórsteypadysti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, og í ár stendur ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur ímillum meistararnar úr B36 og steypavinnararnar úr Víkingi.

 

Eins og í øðrum londum, har spældir verða slíkir »Charity Shield-dystir«, eru tvinni endamál við dystinum, og í fyrra lagi kann eitt nýtt kappingarár verða skotið í gongd við dysti millum tey bæði liðini, sum vunnu tað, spælt var um síðsta kappingarár.

 

Dystur, sum verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 22. februar klokkan 15, hevur sjálvandi áhuga millum viðhaldsfólkini hjá liðunum, ið spæla hann, men er eisini eitt gylt høvi til at forvitnast og taka pulsin, nú fótbóltsárið 2015 nærkast við bæði lands- og steypakapping.

 

Í øðrum lagi verða pengar savnaðir inn til vælgerandi endamál frá teimum inntøkum, stórsteypadysturin gevur. Í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin frá stórsteypadystinum skal fara til Fountainhúsið, sum heldur til í Heinesenshúsi í Havn og hevur verið í gongd í eitt lítið ár.