Væleydnaður stuðulsdagur í Østrøm

Lindin fekk 32.000 krónur inn gjøgnum málningauppboðssøluna

Stutt áðrenn midnátt kundi dagligi leiðarin hjá Lindini, Tór Arni Samuelsen hyggja aftur á ein væleydnaðan stuðulsdag, har Lindin hevði sent beinleiðis frá Østrøm, har stuðulstiltakið var í dag.

 

Á Østrøm var eisini ein málningauppboðssøla, har málningar, sum Kári Svensson, Edith Mørkøre, Eli Smith, Sámal Toftanes og Eyðun av Reyni hava latið til Lindina vóru seldir á uppboðssølu, sum Bjørn á Heygum stóð fyri.

 

Málningauppboðssølan gav 32.000 krónur. 

 

Umleið 450 fólk hava nýtt høvið at vitja á Østrøm í dag, og stuðulin hevur streymað inn. Tór Arni Samuelsen væntar, at endaliga talið fyri innsavningina verður endaliga klárt fyrst í næstu viku.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Tór Arna Samuelsen. Tann fyrri parturin varð tikin upp klokkan 17 ígjár, meðan tann seinni parturin varð tikin upp klokkan 23.30, tá stuðulstiltakið á Østrøm varð liðugt. 

 

Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at síggja og hoyra bólkin TOS framføra á Østrøm: http://www.youtube.com/watch?v=2LPQZeXXd3Y