Væleydnaður hondbóltsskúli

Í 3 dagar hava ungir hondbóltsleikarar verið á hondbóltsskúla hjá VB á Eiðinum í Vági.

Í 3 dagar hava ungir hondbóltsleikarar verið á hondbóltsskúla hjá VB á Eiðinum í Vági.

 

Talan var um børn, ið ganga í 1. til 8. flokki.

 

62 børn luttóku, og talan var um børn úr allari Suðuroynni, umframt at nøkur børn, ið búgva norðanfyri Suðuroyarfjørð, eisini tóku lut.

 

Skúlin byrjaði týsdagin og endaði í dag. Hesar dagarnar eru børnini møtt klokkan 10 fyrrapart og hildið hevur verið á til klokkan 14. Á middegi hava børnini fingið døgurða og okkurt leskandi.

 

Tað frættist, at skúlin eydnaðist sera væl, og var hetta eisini kærkomið tilboð í heystfrítíðini.