Væleydnaðar vælgerðarkonsertir hjá trimum barytonum

Bo Wallenberg fegnast um stuðulin frá føroyingum

Farna vikuskiftið vitjaðu teir tríggjar barytonarnir, Bo Wallenberg, Mikael Joumé och Mikael Järlestrand saman við bólki í Føroyum. Millum tónleikararnar var bassisturin, Jan Zachariassen av Argjum.

 

Á vælgerðarkonsertunum í Kelduni í Skálabotni, á Nebo á Toftum, og í Oasuni í Hoyvík varð savnað inn til hjálpararbeiðið hjá tí Skandinavisku Barnamissiónini.

 

Bo Wallenberg er leiðari fyri ta Skandinavisku Barnamissiónina, og hann fegnast um, at føroyingar stuðlaðu væl, samstundis, sum fleiri nýtu høvið at tekna seg, sum fadrar.

 

Undir myndini, sum er tikin í Oasuni í Hoyvík ber til at hoyra prát við Bo Wallenberg, umframt eitt prát við Mikael Järlestrand. Á ljóðbrotinum hoyrast eisini smærri brot frá sjálvari konsertini.