Væleydnaðar kanningar av oljulekum kring Føroyar

Bretska felagið Oilsearch er liðugt við sínar kanningar av oljulekum úr føroysku undirgrundini

Bretska felagið Oilsearch er liðugt við sínar kanningar av oljulekum úr føroysku undirgrundini.

-Vit eru sera væl nøgd við úrslitið av kanningini og hava fingið sera gott tilfar, sum ætlanin nú er at selja víðari til oljufeløg. Nøkur feløg hava longu umbiðið hetta tilfari sigur Caroleen Moir, sumstendur á odda fyri kanningunum.

Hon kann ikki upplýsa nakað um, hvat úrslitið er av kanningini men vil bert siga, at tey eru nøgd við tilfarið, sum tey hava fingið.

Kanningarnar hava verið gjørd frá einum lítlum flogfari, sum hevur havt støð í Vágum seinastu seks vikurnar.

-Vit hava verið sera happin við veðrinum og okkum hevur eisini dámað sera væl at arbeiða út frá flogvøllinum í Vágum. Har hava vit fingið alla ta ser-vice og hjálp, sum brúk hevur verið fyri sigur Catheleen.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkar kanningar verða gjørdar við Føroyar. Australska felagið World Geoscience gjørdi fyri nøkrum árum síðani líknandi kanningar, og vístu tær, at olja lekur upp úr undirgrundini nógva staðni kring Føroyar.

Bretska felagið, sum hevur gjørt kanningar nú, hevur áður gjørt líknandi kanningar við Írland. Tær vístu seg at vera sera væleydnaðar og hava nógv av oljufeløgunum, sum hava fingið loyvi at bora har, brúkt úrslitið av hesum kanningunum sum partur av grundarlagnum fyri at gera av, hvørji øki tey vildu bjóða uppá.