Væleydnað venjing

Tórshavnar Sløkkilið hevði fyrr í dag venjing saman við Magn við stóru oljutangarnar á Vestaru bryggju í Havn.

Tórshavnar Sløkkilið hevði fyrr í dag venjing saman við Magn við stóru oljutangarnar á Vestaru bryggju í Havn. 

- Vit høvdu venjing saman við fólkunum hjá Magn. Hetta var fyri at royna skipanina hjá teimum, sigur innsatsleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið.

 

- Latið var, sum um at hol var á. Vit løgdu so skúm útyvir. Har er eisini garður rundanum, so onki rennur á sjógv, um illa vil til. Tað gekk skjótt at leggja skúm útyvir, sigur innsatsleiðarin.

 

Hann sigur, at hetta var ein væleydnað venjing. Sløkkiliðið hevur vanliga venjing hvønn mánað.

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)