Spurningurin um, hvussu fiskirættindini skulu býtast ímillum reiðarar, kloyvir føroysku tjóðina í fleiri bólkar. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Men tann størsti bólkurin heldur, at fiskirættindi eiga at verða seld í fríari kapping á eini uppboðssølu. Tað halda nevniliga 38 prosent av føroyingum. Hinvegin halda 30 prosent av føroyingum, at fiskirættindi skulu ikki seljast á uppboðsølu.
Men tað er ein stórur skari av føroyingum, sum ikki hava tikið støðu til málið, tí heili 32 prosent siga, at tey hava ikki nakra ordiliga meining um hetta.
Hinvegin vísir kanningin eisini, at tað er samanhangur ímillum inntøkuna hjá fólki og hvussu tey halda, at fiskirættindi skulu býtast. Tað er greitt, at tey við góðum inntøkum eru heitast fyri at fiskirættindi verða seld á fría marknaðinum. Tað halda nevniliga 57 prosent av teimum við eini inntøku ímillum 350.000 pog 500.000 krónur og 50 prosent av teimum sum hava eina inntøku yvir 500.000 krónur.
Hinvegin vilja láglønt ikki vita av eini uppboðssølu tí bara 32 prosent av teimum, sum hava eina inntøku undir 150.000 krónur, vilja hava uppboðssølu og bara 26 prosent av teimum, sum forvinna ímillum 150.000 pg 250.000 krónur um árið.
Hinvegin vísir kanningin eisini, at tað eru tey við longum útbúgvingum, sum eru heitast fyri eini fríari uppboðssølu, tí 47 prosent av teimum við longum útbúgvingum taka undir við fríari uppboððsølu og tað gera 43 prosent av teimum við miðallongum útbúgvingum. Eisini 41 prosent av teimum, sum hava stuttar útbúgvingar, taka undir við uppboðssølu. Minst undirtøku hevur ein frí uppboðssøla ímillum tey, sum ikki hava aðra útbúgving enn miðnámsskúla, tí bara 21 prosent av teimum vilja hava eina fría uppboðssølu. Hinvegin vilja 34 prosent av teimum, sum onga útbúgving hava, og 36 prosent av handverkaum, hava uppboðssølu.
Tað er eisini greiður skilnaður á teimum, sum búgva í Havnini og teimum, sum búgva aðrastaðni í landinum. Kanningin vísur at 48 prosent av havnarfólki vil hava uppboðssølu, men bara 32 prosent av føroyingum annars taka undir við eini slíkari skipan.
Minst undirtøku hevur uppboðssølan í Norðoyggjum, tí tað eru bara 23 prosent av norðoyingum, sum taka undir við einum fiskidagamarknaði í fríari kapping, men suðuroyingar eru heldur ikki serliga heitir fyri eini uppboðssølu, tí tað taka bara 27 prosent av suðuroyingum undir við.
|