Væl vitjað Vísindavøka

Áhugin fyri árligu Vísindavøkuni er stórur

Klokkan átta í morgun byrjaði tann árliga Vísindavøkan á Østrøm.

 

Evnið hesaferð er Food for Thought, og sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.

 

Á skránni eru framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, lukta, smakka og hoyra um gransking í mati.

 

Hugtakið matur verður her hugsað í víðastu merking: Hvat náttúrutilfeingi kann nýtast sum matur, hvussu framleiða og goyma vit mat í vinnuni og heima, hvat eta vit og hvat ger tað við okkum, hví er matur onkuntíð vandamikil at eta og hvussu fáa vit vart okkum, hvønn mentanarligan og sosialan týdning hevur matur. Fólk frá granskingarstovnunum og onnur eru til staðar í Østrøm, har tey greiða frá og leggja lag á.

 

Longu stutt eftir at Vísindavøkan byrjaði í morgun, vóru hølini væl vitjað við serliga barnagarðsbørnum og skúlaflokkum.

 

Tiltøk, fyrilestrar og framsýningar av ymsum slagi eru á skránni restina av degnum á Østrøm, tí Vísindavøkan heldur fram til á midnátt.

 

Tað er Granskingarráðið, ið skipar fyri Vísindavøku.