Eg leiti mær inn frá kuldanum. Hóast veðrið er gott, tað vil siga turt, so er eitt lítið lot og eitt sindur kølið. Á einum gomlum húsum í bygdini stendur “festivalkirkja”, og eg støkki inn.
“Her er opið hús og vit bjóða fólki kaffi, te og kaku”, sigur Jonrid. Hon og Fróði hava vakt í løtuni og siga, at fitt av fólki hevur verið framvið í dag. “Serliga er barnabiografurin væl vitjaður. Børnini siga við foreldrini hvar tey eru, og so vita foreldrini, hvar tey finna tey seinni.”
Tey halda ikki møti, men eru tilreiðar at práta við tey, ið støkka inn á gólvið. “Um onkur ynskir, at vit biðja saman við teimum, so gera vit fegin tað, men øll eru sjálvandi vælkomin inn.” Á borðinum liggja Bíbliur, ein kann lesa úr, eins og ein iPad, eisini ætlaður til Bíbliulesnað.
“Hetta er triðju ferð, at festivalkirkjan er partur av festivalinum, og hvørt ár hevur hon verið væl vitjað”, siga tey. Jonrid og Fróði fara á festival, tá teirra vakt í kirkjuni er liðug, og fegnast um tann avslappaða dámin, ið er yvir bygdini og festivalinum.