Væl nøgdur við hall upp á 10 milliónir

Nevndarformaðurin í Atlantsflog, Niels Mortensen, er væl nøgdur við, at undirskotið hjá flogfelagnum ikki var størri í 2021.

##med2##

 

Atlantsflog hevði aðalfund í gjár, og á fundinum var ársroknskapurin fyri árið í fjør góðkendur. Tað hava verið tvey avbjóðandi ár hjá flogfelagnum meðan koronufarsóttin hevur herjað, men nú eru vónirnar góðar fyri 2022.

Í fjør hevði felagið 10 milliónir krónur í halli samanborið við 105 milliónir í halli í fjør – og tað er er nevndarformaðurin í felagnum, Niels Mortensen, sera væl nøgdur við.

Í 2021 hevði felagið framgongd upp á 35 prosent samanborið við árið fyri. Í 2021 flugu 201.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, ið eru 52.000 fleiri ferðafólk enn í 2020.

Samlaðu inntøkurnar øktust úr 290 milliónum krónum í 2020 upp í 410 milliónir krónur í 2021.

Framleiðslan hjá flogførunum hækkaði 15 prosent – úr 4.336 flogtímum í 2020 upp í 4.984 flogtímar í 2021. Tyrluflúgvingin øktist 5 prosent – úr 725 tímum upp í 764 flogtímar í 2021. Í 2021 var tyrlan boðsend 50 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 8,9 minuttum.

 

##med3##

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Niels Mortensen í tíðindum á FM1.

 

Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog