Væl nøgd við úrskurðin

Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, er glaður um avgerðina hjá Fasta Gerðarrættinum.

- Vit eru sjálvandi væl nøgd við úrskurðin hjá Fasta Gerðarrættinum, sigur Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini á Fíggjarmálaráðnum.

 

Fasti Gerðarrætturin kom seinnapartin í dag til ta niðurstøðu, at avgerðin hjá manningarfeløgunum at nokta sínum limum at fara til arbeiðis 1. jóladag, var eitt óheimilað stríðsstig og skal tí ikki setast í verk.

 

Snorri Fjallsbak greiddi í morgun in.fo frá, at sambært sáttmálanum skal manningin ikki hava eyka fyri at sigla halgidagar, men at lønardeildin var sinnað, at lata nakað av eyka samsýning til manningarnar, fyri at fáa málið avgreitt í sátt og semju.

 

Hesum vildu Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið ikki taka undir við, og noktaðu tí sínum limum at fara til arbeiðis jóladag.

 

Lønardeildin legði ósemjuna fyri Fasta Gerðarrættin, sum seinnapartin í dag gjørdi úrskurð í málinum. Niðurstøðan hjá Gerðarrættinum var, at verkbannið er eitt óheimilað stríðsstig og skal tí ikki takast til eftirtektar av limum manningarfelaganna.

 

Alt bendir tí á, at siglt verður sum ætlað 1. jóladag.

 

Snorri Fjallsbak sigur í stuttari viðmerking í kvøld, at um manningarfeløgini enn eru ónøgd við lønarviðurskiftini fyri halgidagarnar, kunnu tey venda sær aftur til lønardeildina ella til gerðarrættin.

 

Les eisini Ætlaðu at skora kassan upp á at sigla jóladag