Væl meira av havhestaungum í Skúvoynni

Væl meira av havhestaungum í Skúvoynni í ár enn seinastu trý árini, og talið er eisini yvir miðal fyri tey seinastu 14 árini.

Væl meira av havhestaungum eru í Høvdanum á Skúvoynni í ár, enn tað hava verið seinastu trý árini, og talið er eisni eitt sindur yvir miðal fyri tey seinastu 14 árini.

 

Seinasta summar komu 96 ungar undan, og í ár eru teir 137. Talið av havhesti, sum var í berginum fyrr í summar, er eisini vaksið eitt sindur og somuleiðis talið av reiðrum.

 

Tá skúvoyingar rændu havhestaegg 22 mai, fingu teir tó nógv færri egg enn vanligt; bert 200 egg, har teir fyrr hava fingið upp í 1200 egg, og aðrastaðni frá, t.d. á Sandoynni, hoyrdist eisini, at teir fingu lítið av eggum. Hetta kann vera orsakað av, at minni er til, men tað kann eisini vera, at havhesturin hevur vorpið seinni enn vanligt. Havhestaungarnir í Høvdanum síggja tó út til at verða búnir til vanliga tíð.

 

Hetta er í samsvar við tað, sum Jens Kjeld-Jensen segði við in.fo í gjár.

- Tað sær als ikki so galið út í ár, men vit skulu minnast til, at vit framvegis eru langt frá teimum tíðum, vit høvdu í 80-unum og 90-unum, sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Les eisini Nátin betri fyri í ár 

 

Les eisini Lundin og ternan eisini væl fyri 

 

Les eisini Ritan og lómurin illa fyri