Væl fleiri fólk á vali í Vági

Men annars hevur ikki verið gjørt nógv burtur úr valstríðnum

Í Vági hava væl fleiri fólk verið á vali higartil, enn tað høvdu verið um somu tíð á seinasta fólkatingsvali.

 

Mannbjørn Tausen, formaður í valstýrinum í Vági, sigur, at nú hava 236 fólk verið á vali í Vági og tað eru 24,2 prosent av veljarafjøldini. Um somu tíð á seinasta fólkatingsvali, høvdu 20,9 fólk verið á vali.

 

Mannbjørn Tausen heldur ikki, at nakað serligt er gjørt burtur úr valstríði í Vági.

 

Men hann heldur, at ein orsøk til, at fleiri fólk hava verið á vali, kann vera, at veljarakanningarnar hesa seinastu tíðina hava víst, at tað er rættiligur spenningur um, hvør fer at verða valdur á fólkating.