Tríggir bátar úr Nólsoy hava verið og tikið náta í dag, og dagurin royndist væl.
Teir fóru allir tríggir tíðliga úr Nólsoy og beina kós norður á Enniberg.
Tað frættust smátíðindi fra teimum gjøgnum dagin, og sum skiltist var rættiliga fitt at náta at fáa, tó at vit enn bert skriva 26. august.
Tveir brøður taka saman, tó í hvør sínum báti, og tá teir vóru aftur í Nólsoy í kvøld, lá talið hjá teimum báðum samlað um 220 nátungar.
Ein annar bátur, sum eisini hevði einsamallan mann umborð, tók nærum 200 nátar. Hann valdi tó at fara inn á Norðdepil og liggja nátt har, og so fekk hann ein annan mann at koa eftir nátunum og koyra teir til Nólsoyar.
Hann sigur nakað av vindi í morgin, og tí valdi hesin maðurin at spara um siglingina, og liggja nátt í Norðdepli.










