Kekkiska sjónvarpið hevur kunngjørt, at fyrrverandi kekkiski forsetin Vaclav Havel er deyður. Havel hevur verið sjúkur leingi. Havel var 75 ára gamal, nú hann soyði.
Vaclav Havel var tann fyrsti demokratiskt valdi forsetin eftir tað kommunistiska fallið í 1989. Tá kekkar og slovakar fóru hvør til sítt, gjørdist hann tann fyrsti forsetin í Kekkia.
Vaclav Havel var ikki einans politikari. Hann var eisini ein viðurkendur rithøvundur.