Vátur landsdystur og stevna

- Tað verður stundum regn ella mjørki í morgin, sigur veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen.

Tað verður einki serligt veður at fara til landsdyst í fótbólti ella til kappróður á Norðoyastevnu í morgin.

Kendi veðurmaðurin lovar upp í hvassan mynd av landsynningi í morgin, møguliga upp í skrið-styrki.

Tað einasta góða í hesum sambandi er, at hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig.

Sunnudagin verður heldur frægari veður: Sólarglottar, men eisini okkurt ælið og framvegis við lýðku. Sama veður verður eisini mánadagin.

Men í komandi viku kann Petur Skeel hinvegin boða frá turrveðri, sólarglottum og hita millum 11 og 15 stig.