Eitt lágtrýst vestan fyri Írland fer í dag í ein norðan og útnyrðing móti Íslandi og tilhoyrandi kuldabrúgvin við regni fer framvið Føroyum. Hósdagin fer eitt lágtrýst úr Skotlandi í ein norðan beint eystan fyri Føroyar, eitt skifti møguliga við regni. Leygardagin fer eitt lágtrýst móti Íslandi av útsynningi og tilhoyrandi brúgvalagið við regni fer framvið Føroyum sunnunáttina.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í og hann snarar í ein vestan og makar niður í eitt gul, undir 6 m/s. Hósnáttina eitt lítið lot av norðri, undir 6 m/s, turt, men skýggjað. Hitin millum 8 og 12 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av norðri, sum snarar í ein vestan, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og fyrst skýggjað, men út á seinnapartin klárar í og sólin sær. Hitin um 10 stig. Út á náttina lækkar hann í ein sunnan og tað verður meiri skýggjað, men framvegis turt. Hitin millum 6 og 10 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, upp í 10 m/s. Yvivhøvur skýggjað og regn av og á. Út á náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin millum 8 og 12 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og út á kvøldið regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Út á náttina makar hann vindin av suðri, andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað, men út á dagin klárar í og sólglottar, men møguleiki fyri onkrum æli. Hitin um 10 stig. Um kvøldið makar hann vindin og verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Tað verður turt og sólglottar. Hitin um 10 stig.










