Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum serliga váttligu. Í trimum førum hevur løgreglan leyragdagin fingið fráboðoan um vatnflóð inni í húsum í Havnini, umframt at eitt deksil var farið upp við Hoyvíkar Skúla orsakað av vatnflóð.
Harumframt hevur løgreglan eisini havt úr at gera við at vekja full fólk og koyra tey til hús. Eisini hevur verið boðað frá húsaófriði í Lamba og fleiri bardøgum í Havnini, har løgreglan mátti fáa frið í lag aftur.