Nýggi maskotturin hjá Norðoya Sparikassa var leygardagin avdúkaður í Leirvík og Klaksvík, har skipað varð fyri umfatandi undirhaldi.
Í Leirvík var turt og gott veður, men tað stoytti niður, tá harudrongurin Silvi kom til Klaksvíkar. Tað var tó ein undirhaldandi karmur, sum børn og foreldur fingu á fótbóltsvøllinum, har pallur varð gjørdur, og alskyns undirhald var á skránni.
Tað byrjaði við skrúðgongu av Stongunum og niðan í Djúpumýri. Ein ørgrynna av ítróttarfólki, børnum og foreldrum vóru í hølunum á Klaksvíkar Hornorkestri og Silva, sum eisini hevði fingið ein nýggjan bil at koyra í.
Silvi fingið sang
Norðoya Sparikassi hevur havt sína egnu barnauppsparing, og sparikassin hevur eisini havt egnar sparibússur, men nú er eitt fullkomiliga nýtt konsept lagt fyri dagin.
Silvi verður miðdepilin fyri nýggju barnakontoina, eins og Bassi og Nósi eru tað hjá øðrum peningastovnum.
Eins og hesir báðir starvsfelagarnir hevur Silvi eisini fingið sín egna sang, og hann hevur Kári Jacobsen smíðað við tryggari hond. Kári er ein úrmælingur, tá tað snýr seg um at skriva lættar og íoyrafallandi popsangir, og Silva-sangurin er eisini ein av hesum.
Linda MacDonald, sum Kári Jacobsen áður hevur samstarvað við í bólkinum Singing Linda, hevur sungið sangin, sum Kári hevur skrivað, lagt til rættis og spæl.
Leygardagin varð hesin sangurin avdúkaður í Leirvík og Klaksvík, og framførslan hjá Lindu var serstakliga góð. Einki at ivast í, at sangurin um Silva verður at hoyra aftur onkra staðni á FM-bandinum í næstum.
Sangurin um Silva er ikki útgivin enn, men ætlanin er, at hann skal koma út seinni í ár.
Nógv undirhald
Umframt framførsluna hjá Lindu MacDonald og hennara dansigentum, var eisini annað undirhald á skránni leygardagin.
Klovnarnir Fjotti og Bobo spældu klovn og gjørdu gandakynstur, Karl Martin Samuelsen sang nakrar sangir, og gentur úr Klaksvíkar Fimleikafelag dansaðu. Umframt tað var Kári Sólstein væl upplagdur frásøgumaður.
Ungu menninir í Faroe Teens vóru eisini á pallinum, og meðan framførslan í Leirvík var góð, var framførslan í Klaksvík merkt av vánaliga veðrinum. Onkrir tekniskir trupulleikar vóru av nógvu vætuni, og tað var ringt at standa og spæla í kuldanum og regninum.
Fleiri hundrað fólk vóru til tiltakið á fótbóltsvøllinum í Klaksvík, og tey vóru øll á kroppi, tá tey fóru heimaftur. Tað var tó ongantíð keðiligt at standa í oysregninum, men tiltakið hevði uttan iva komið betri til sín rætt, var veðrið til vildar.
Eftir eina stórsligna avdúking av nýggja Silva-hugskotinum, er Norðoya Sparikassa nú til reiðar at fáa nógvar nýggjar og ungar kundar.