Váttligt met í Bergen

Higartil hevur tað regnað hvønn tann einasta dag í juni.

Sagt verður, at tað regnar ofta í Føroyum. Tað kann vera, men onkustaðni regnar meiri – sum til dømis í Bergen.

 

Í gjár settu tey nýtt met. Tá fyrstu regndroparnir fullu sunnumorgunin var tað 26. døgnið á rað, at tað regnaði. Tað vil siga, at tað hevur regnað hvønn dag higartil í juni. So vátt hevur tað ongantíð verið í juni áður.

 

Hitin er heldur einki at reypa av. Miðalhitin higartil hevur verið 11,1 stig. Tað er ikki stórt meiri enn á jólum, tí Jóladag var hitin 10,3 stig í Bergen.

 

Ilt er at spáa, serliga um framtíðina, segði Storm P, men veðrið er heldur ikki so lætt at hava við at gera. Bergensarar vóna og vænta, at tað verður turrari og heitari komandi dagarnar, men onkrar forsøgnir benda kortini á, at tað fer at regna hvønn dag restina av mánaðinum eisini.