Í gjár bar in.fo tíðindini um at Patrik Johannesen skuldi vera í samráðingum við KÍ, og skjótt er borið at, tí júst nú skrivar Norðlýsið, at skiftið er vorðið alment, og at Patrik Johannesen hevur gjørt sáttmála við KÍ.
23 ára gamli Patrik Johannesen, sum tískil hevur heimaftur eftir eitt skaðadarvað eitt ára uppihald hjá Florø í næstbestu norsku deildini, hevur sambært Norðlýsinum gjørt ein sáttmála, ið er galdandi næstu tvey árini.
Sum skilst, so hava HB, B36 og Víkingur eisini ligið framvið at fáa fatur á Patriki, sum altso nú heldur hevur tikið avgerð um at skifta til KÍ, har hann skal avloysa Páll Klettskarð, sum fer til Danmarkar í lestrarørindum.