Váttað: Gunnar Vatnhamar byrjar

Lars Olsen hevur í dag váttað, at Gunnar Vatnhamar byrjar inni móti Malta

Føroyska landsliðið hevur í dag havt sínar seinastu fyrireikingar til Nations League landsdystin móti Malta, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag váttað, at Gunnar Vatnhamar byrjar inni.

 

Síggj myndir frá venjingin undir greinini

 

- Eg kann siga so mikið sum, at Gunnar Vatnhamar byrjar. Hann er ein spælari sum vit hava fylgt. Hann spælir ikki altíð høgri bakkur, men vit halda at hann hevur eginleikarnar at spæla høgri bakkur á landsliðnum, sigur Lars Olsen við FM1.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

Hann kemur at spæla aftanfyri stórabeiggjan, Sølva Vatnhamar, og undir liðini á liðskiparunum í Víkingi, Atla Gregersen.

 

- Hetta er ótrúliga spennandi og eg gleði meg. Eg veit ikki ordiliga hví teir velja meg, men eg fari at gera mítt besta, sigur ein glaður og spentur Gunnar Vatnhamar við FM1.

 

Alt bendir á, at ábendingarnar frá fyrstu venjingini standa við. Tað vil siga, at Gunnar Nielsen stendur í mál, men Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen spæla í verjuni, meðan René S. Joensen, Hallur Hansson og Brandur Hendriksson eru á miðjuni, meðan Gilli Rólantsson verður í vinstru og Sølvi Vatnhamar í høgru. Fremstur verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Les eisini: Vanthamar-loysnin er ein møguleiki

 

Landsdysturin millum Føroyar og Malta verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda við landsliðsdámi longu klokkan 10.