Vátt vikuskifti í væntu

Eitt lágtrýst fer í dag í framvið í ein landsynning úr Føroyum og fer í morgin víðari í ein landnyrðing móti Norðurnoregi. Síðani byrjar køld luft við vetrarælum at streyma inn yvir Føroyar av norðri. Fríggjadagin fer ein hátrýstsryggur framvið av vestri, men um vikuskiftið koma nýggj lágtrýst og brúgvaløg inn yvir landið av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av landnyrðingi ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men sum frá líður ælaveður nógvastaðni. Hitin millum 2 og 6 stig. Í nátt gul í stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður kavi, serliga norðanfyri. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Fríggjadagin

Hann makar vindin í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Um kvøldið øtlar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Turt og møguliga sólglottar, hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um kvøldið yvirhøvur skýggjað og út á náttina møguliga avfall av útsynningi, helst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 12 til 18 m/s, sum seinnapartin og um kvøldið snarar í ein útsynning og vestan og møguliga øtlar í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í, tó framvegis ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men møguliga sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar vindin út á dagin. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig.