Vátt í veðrinum næstu dagarnar

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl, kanska vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig. Í kvøld og í nátt verður klárt. Hitin verður úr frostmarkinum og upp í 3 hitastig, og tað verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Um kvøldið og út á náttina regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin hækkar í ein vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn, men um náttina klárar í, samdrigið og okkurt vetraræl. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein útnyrðing og spakuliga makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl við vátaslettingi ella kava og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina yvirhøvur turt og klárt og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, um kvøldið og náttina av vestri. Fyrst turt og seinni skýggjað og út á dagin avfall, kanska sum vátaslettingur ella kavi. Út á náttina klárar í, tó framvegis ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina niður í 1 hitastig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.