Vátt og vindur í vikuskiftinum

Í morgin, leygardagin, verður veðrið hampiligt. - Tað verður ein dagur við sólglottum og onkrum æli, og fer leygardagurin at líkjast degnum í dag, bara við minni regni, sigur Petur Skeel um veðrið leygardagin

Sunnudagin skulu vit rokna við regni og nógvum vindi. - Eitt lágtrýst liggur beint á okkum, og út á kvøldið veksur hann vindin til hvassan vind av vestri, veit Petur Skeel at siga. Tað merkir við øðrum orðum, at veðrið til Fjarðastevnuna ikki verður tað allar best. Hitin kemur tó at liggja millum 10-15 stig.
Leygardagurin er stóri dagurin og stevnuni, og tað er eisini tá, at veðrið er frægast. Sunnudagurin sær lítið spennandi út hvat veðrinum viðvíkur, men Petur Skeel sigur, at mánadagin sær út til, at vit fáa betur veður.
-rwd