Vátt og kalt um vikuskiftið

Um vikuskiftið fer eitt djúpt lágtrýst, sum liggur í ein útsynning úr bretsku oyggjunum, at førka seg í ein landnyrðing móti syðra partinum av Skandinavia. Tí fer eitt kalt rák av norðri at leggja seg yvir Føroyar. Í næstu viku fara nýggj brúgvaløg at nærkast okkum aftur og mildari luft streymar inn yvir landið av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum frá líður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Kavaæl, vátaslettingur ella regn. Hitin millum 1 og 5 stig, í nátt millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum á syðru oyggjunum minkar eitt eitt gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn og vátaslettingur av og á. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Okkurt regn- ella vátaslettingsæl og stundum klárt. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og norðri, 7 til 12 m/s, sum minkar vindin í eitt gul, undir 6 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin um dagin um 5 stig. Um kvøldið eitt skifti eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sólglottar og turt og hitin millum 6 og 8 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 6 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, eitt skifti hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og regn av og á, men yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 4 og 6 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í ein hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig.