Ein hitabrúgv fór í nátt yvir okkum av útsynningi og síðani ein streymur av fyri árstíðina mildari og fuktigari luft. Í nátt kemur kuldabrúgvin haðani inn yvir okkum av vestri, men verður næstu dagarnar trýst aftur í ein vestan av einum stórum hátrýsti, 1035 hPa, sum mennist yvir Skandinavia. Seinni í vikuni viknar hátrýstið yvir Skandinavia og nýggj brúgvaløg koma inn yvir Føroyar av útsynningi.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og í nátt regn í støðum. Hitin millum 2 og 6 stig. Í nátt minkar hann spakuliga vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað, támut og møguliga mjørki í støðum, umframt regn ella sirm í løtum. Hitin um 8 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin frískar í andøvsgul upp í strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, um náttina yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s, við hørðum hvirlum. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar, men um náttina yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið, 18 m/s, við hørðum hvirlum. Um kvøldið minkar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina av suðri. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og landsynningi, 5 til 10 m/s. Um dagin turt og sólglottar, annars yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.