Vátt og grátt

EM-undankapping - Tað er næstan súmbolskt, at veðrið í Ljubljana ikki er betri enn tað sama. Slovenar eru nevniliga svangir eftir trimum stigum, og tá okkara mans hava tapt tríggjar teir tríggjar dystirnar í undanumfarinum, har málúrtøkan teir báðar seinastu dystirnar sigur -9,
so sær tað ikki lætt út

Tað hevur ikki verið nøkur dreymabyrjan, Brian Kerr og hansara menn hava fingið upp á hesa EM-undankappingina. Trý tap, fyrst so tepurt sum tað yvirhøvir kundi vera móti Estlandi, men síðani tvey av teim­um heldur stóru móti Italia og Serbia.
Einki stig og tíggju mál í gjøgnum er beiski veruleikin. Eitt mál hava vit tó fingið, eitt frálíkt mál frá Jóan Símuni Edmundsson. Men tað munar ikki so nógv, tá føroyska liðið sum tað einasta við trimum dystum í skjáttuni, enn hevur fyrstu stigini til góðar.
Nú skulu okkara mans so royna seg á fjórða sinni í hesi undankappingini. Brian Kerr hevur tikið 21 mans við sær til Slovenia. Tvey av níggju nøvn­unum, Kerr hálaði úr hatt­inum hesaferð, hava givið av­boð, Pauli G. Hansen úr EB/Streymi og Víkingurin Erling Jacobsen.
Fyri hesar eru gamli kenn­ingurin á landsliðnum Hjalgrím Elttør og U21-landsliðsleikarin Rógvi Baldvinsson komnir. Síðs­tnevndi er verjuleikari, spælir við Ålgård í triðbestu norsku deildini, og hevur stað­ið seg sera væl á U21-lands­liðnum.

Kerr ger sum hann plagar
Rógvi Baldvinsson er ikki endiliga tað kendasta navnið á føroyska fótbóltspallinum. Men tað eigur eftir hondini ikki at koma óvart á nakran, at Brian Kerr hevur fyri vana at taka minst ein púra óroyndan mann inn í hópin, hvørjaferð tá landsliðið er savnað.
Hesaferð var tað so U21-landsliðsleikarin. Áður hevur tað verið Jústinus R. Hansen, Brian Olsen, Karl Løkin, Henrik Rubbeksen og Rógvi Poulsen, fyri bara at nevna nakrar.
Brian Kerr boðaði tíðliga í skeiði sínum frá, at hetta varð hansara leistur at byrja við. Hansara ynski er at hava ein stóran hóp av leikarum, sum allir kendu til landsliðið og um­støðurnar kring tað, soleiðis at hann seinni kemur at hava eina rúgvu av leikarum at taka av, sum allir í størri og minni mun hava snoddað til landsliðið.

Hava vant
Teir 21 leikararnir og restin av føroyska ferðalagnum kom til Ljubljana í Slovenia seinna­partin í gjár.
Í gjárkvøldið fóru teir so á vøllin hjá Olympija Ljubljana at venja fyri fyrstu ferð á túr­inum. Sambært heimasíðuni hjá Fót­bóltssambandinum, regn­aði tað illa og tað órógvaði venj­ingina eitt sindur.
Hinvegin er líkt til, at leik­ararnir bara skulu venja seg við vátu umstøðurnar, tí sambært somu heimasíðu, so sigur hann frá minni góðum veðri næstu dagarnar. Og á vøllinum fríggja­kvøldið er eisini líkt til, at før­oysku leikararnir skulu vera fyri­reikaðir upp á ein øgi­ligan slovenskan æling.
Trý stig eru eitt krav frá slovenska venjaranum. Dyst­urin byrjar tó við málleysum javnleiki og einum stigi til hvørt liði. Men tær báðar ferðir før­oyska fótbóltslandsliðið hev­ur spælt móti tí slovenska, hevur hetta ongantíð verið enda­liga úrslitið.