Vátt komandi dagarnar

Ein veikur hátrýstsryggur millum Ísland og norðurnoreg leggur eitt veikt rák inn yvir Føroyar. Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan, og brúgvalagið og regni haðani koma inn yvir landið í morgun. Týsdagin kemur eitt nýtt lágtrýst við regni væntandi inn yvir okkum og síðani kaldari luft við ælaveðri av vestri. Seinni í vikuni kemur aftur eitt brúgvalag av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á kvøldið og náttina snarar í ein útsynning. Skýggjað og stundum regn. Um kvøldið og náttina sum frá líður turt, og tað klárar í. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 10 og 12 stig. Um náttina skýggjað og sum frá líður regn og hitin um 8 stig.

 

Týsdagin

Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, út á dagin upp í strúk í vindi, 13 m/s. Tað klárar í, hóast okkurt æl, og hitin millum 9 og 11 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 6 og 11 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður og um kvøldið skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, út á dagin upp í strúk í vindi, 13 m/s. Um náttina hækkar hann í ein vestan og útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, út á náttina slítur tó í. Hitin millum 5 og 10 stig.